Site hosted by Angelfire.com: Build your free website today!
Rytmiska heimasíðan hjá Rytmiska kórinum í Hoydølum Føroya Studentaskúli og HF-skeið

Tikið úr Ársritinum fyri 2000-2001, útgivið av Føroya Studentaskúla og HF-skeiði.

Rútmiska kórið í Hoydølum í Íslandi

Ein ógloymandi ferð til Íslands við rútmiska kórinum byrjaði fríggjadagin 9. mars. Vit lendu á flogvøllinum í Reykjavík umleið kl. 19.00, og við bussi gekk leiðin til føroyska sjómansheimið "Ørkina". Jónas Helgason, sum er lærari í landafrøði á mentaskúlanum á Akureyri tók ímóti okkum. Tað var eisini hann, sum saman við Zacharias Sørensen kórleiðara hevði skipað fyri øllum túrinum í Íslandi. Ætlanin var, at rútmiska kórið skuldi hava 5 konsertir á ymiskum skúlum. Skráin hjá kórinum var fjøllbroytt, bæði føroyskur dansur og føroyskir sangir vóru á skránni, eisini enskir m.a. Bohemian Rhapsody hjá Freddy Mercury.

Leygardagin 10. mars gekk leiðin til Akureyrar, men fyrst fóru vit við bussinum til Bláa Lónið, har vit svumu og nutu heilsugevandi umhvørvið. Á ferðini til Akureyrar greiddi ferðaleiðarin Jónas Helgason frá landslagnum og tí, sum var at síggja á leiðini. Henda ferðin tók umleið 6 tímar og kl. 18.00 komu vit so til Akureyrar, har vóru vit móttikin av limum úr kórinum við mentaskúlanum. Vit skuldu sova í Ítróttarhøllini, og áðrenn vit fóru til songar, fóru vit ein túr oman í býin. Sunnudagin 11. mars vóru vit útferð á Mývatni, sum er víða kent fyri sítt vulkanska landslag, og vit vóru sera hugtikin av geothermiska virkseminum, sum spríkti upp úr jørðini. Um kvøldið varð vant til konsertina, sum skuldi vera dagin eftir.

Mánadagurin 12. mars byrjaði kl. 8.30 við eini beinleiðis sending frá lokala útvarpinum, har limir úr kórinum søgdu frá ferðini hjá rútmiska kórinum, og kl. 9.45 byrjaði konsertin á Menntaskúlanum á Akureyri. Vit byrjaðu skránna við føroyskum sangum og dansispølum. Síðan sang kórið "Í Noreg búðu raskir menn", síðan sungu vit "Rura, rura barnið" og "Eitt dýpi av dýrari tíð". Eftir hesar framførslur varð farið upp á gólv, og tað var sjónligt at føroyski dansurin hugtók íslendsku studentaskúlanæmingarnar. Eftir føroyska dansin var Bohemian Rhapsody framførdur. Solistarnir í kórinum vóru Eyðbjørt Simonsen, Kristina E. Mørkøre, Janus Trúgvason, Herfinn Árnafjall og Ása Ketty Dam. Á klaveri høvdu vit frálíka klaverleikaran Marjun Herup Olsen. Seinast á skránni var føroyskur dansur saman við áhoyrarunum. Fyri at íslendingarnir kundu vera við, varð Ólafur Liljurós kvøðin, og bæði lærarar og næmingar á skúlanum komu upp í ringin í stórum tali. Eingin ivi var um, at hetta var ein stór uppliving bæði fyri okkum og íslendingarnar. Eftir hesa framførslu varð farið at eta, og síðan skuldu vit fyrireika okkum til konsertina um kvøldið, har kórið skuldi syngja saman við "Kór Mentaskólans" á Akureyri. Henda konsert varð hildin kl. 20.30, og fitt av fólki var komið saman at lurta. Týðiligt var, at føroyingar á Akureyri høvdu leitað sær til konserthøllina at lurta eftir kórinum, og eisini hesa ferð varð farið upp á gólv saman við áhoyrarunum.

Týsdagin kl. 9.00 skuldu vit hava konsert á Verkamenntaskólanum á Akureyri. Tá ið vit komu, tók rektarin ímóti okkum, og síðan fóru vit á rundferð á hesum skúlanum, sum hevði samskipað bæði praktiskar verkligar útbúgvingar og studentaskúla í einum. Aftan á hesa rundferð varð konsert hildin, og fagnaðurin var sera góður. Eisini hesaferð fóru vit upp á gólv saman við áhoyarunum. Aftaná døgurða varð farið á rundferð í býnum við bussi. Jónas Helgason greiddi frá býarsøguni. og til seinast vóru vit koyrd niðan á eina skíðbreyt við liftum. Nakrir av kórlimunum royndu síni kynstur á skíðum, men komu nøkur teirra heimaftur við løstum og vóru send á sjúkrahúsið til viðgerðar! Um kvøldið var kórið boðið til veitslu saman við kórinum á Mentaskúlanum, og var beinanvegin sera gott vinarlag millum okkum og íslendingar. Nógvur sjongur og nógv prát.

Vit fóru av Akureyri til Reykjavíkar umleið kl. 11.00, og ætlanin var, at vit skuldu hava eina konsert á Fjølbrautskúlanum á Sauðarkróki, og var hetta ein skúli, sum lá á leiðini til Reykjavíkar. Hetta var næstseinasta konsertin á ferðini. Vit fingu at eta, áðrenn vit fóru víðari tiæ Reykjavíkar. Vit komu til "Ørkina" umleið kl. 20.00. Hósdagin 15. mars gekk leiðin til Gullfoss og Geysir, men á vegnum fóru vit til Fjøbrautarskúlan á Selfossi, og har var konsert hildin enn eina ferð. Kórlimirnir høvdu havt trupulleikar við krími, men eisini henda konsertin var væl fagnað, og vóru Íslendingarnir enn eina ferð sera hugtiknir serliga av føroyska dansinum. Nú gekk leiðin heim aftur til sjómansheimið "Ørkina", og vóru vit øll móð og troytt eftir at hava umboðað føroyskan kórsang og føroyskan dans í fimm dagar.

Fríggjadagin var so farið av stað aftur úr Reykjavík við flogfari, og vit lendu í øllum góðum á flogvøllinum á Vágum umleið kl. 21.00. Vit vóru øll samd um, at hetta hevði verið ein túrur, vit fóru at minnast aftur á við stórari gleði. Við á ferðini vóru eisini stuðlar av gomlum sangarum í kórinum. Samanumtikið fingu vit eina sera hjartaliga móttøku í Íslandi. Leiðarar á ferðini vóru Zacharias Sørensen og Christian Ihlen.

Christian Ihlen