
Rytmiska kórið er bygt upp av studentum, HF'arum í Hoydølum og so onkrum, sum hevur gingið í Hoydølum fyri ikki alt ov langari tíð síðani. Eingin upptøkuroynd er, so eingi krøv eru viðvíkjandi sangteknikki.
Eitt kór er bygt upp av ymiskum røddum. Sangur er ikki kórsangur fyrr enn tað er meir enn ein rødd. Og unisonur sangur(sangur, har fleiri enn ein syngja, men øll syngja akkurát tað sama) er ikki kórsangur. Kórsangur er tá meir enn ein syngur og tað eru minst tvær ymiskar røddir.
Ikki øll kór eru bygd upp av somu røddum. Tær kvinnuligu røddirnar eita sopran og alt. Tær manligu røddirnar eita tenor og bass. Av tí at kvinnukór og manskór so eisini eru til, so kunnu røddirnar ikki vera tær somu í øllum kórum.
Hesar røddirnar verða ofta deildar sundur í fleiri røddir. Sopran 1, sopran 2, alt 1, alt 2, tenor 1, tenor 2, bass 1 og bass2, har lágu tølini eru hægra røddin. Hvussu nógvar røddir eru er upp til komponistin. Men eitthvørt stykki kann arrangerast umaftur við einum øðrum tali av røddum enn komponisturin ætlaði.
Rytmiska kórið er vanliga deilt sundur í tær vanligu sopran, alt, tenor og bass røddirnar. Men alt eftir hvussu nógv eru við í kórinum verða røddirnar deildar sundur í fleiri røddir í onkrum sangum.
Um tú vilt vita hvør syngur hvat í Rytmiska kórinum kanst tú hyggja at listanum.
Henda síðan er seinast uppdaterað 3. Novembur 2000