Nú situr tú sikkurt og heldur at eg fari at fortelja tær alt um hvat Rytmiska kórið er fyri nakað, hvat tað stendur fyri, hvør er við, hvat er meiningin við tí, hvat hendur í tí og eina rúgvu av øðrum løgnum tingum. Gert tú ikki? Hygg, eg visti tað. Men tað er eisini í fínasta lagi. Eg skal royna at forklára tingini so væl sum gjørligt við teksti og myndum á hesari síðuni. Og forrestin vælkomin!
Øll hava loyvi til at vera við. Rytmiska kórið er opið fyri øllum. Eisini fyri marsmonnum, um teir ikki vera fangaðir og koyrdir í karantenu. Men tað er ein fyrimunur at man hevur okkurt við Studentaskúlan ella HF-skeið í Hoydølum at gera. Tað er her alt gongur fyri seg.
Sangleikurin "Godspell" er á skránni í ár. Hann skal framførast allur, sum hann er, men í okkara egnu útgávu.
Innihald
|
Zacharias Sørensen er kórleiðari. Og Hans Olivur Joensen er hansara lítli hjálpari.
Síðani 18. oktober 2000 klokkan 14:03 GMT hava
vitjandi verið á hesari síðuni.
Henda síðan bleiv seinast dagførd leygardagin 13. oktobur 2001
Um tú hevur brúk fyri at fáa fatur á webmastaranum av onkrari óskyldigari ella perversari orsøk skalt tú ikki smæðast. Meyla til mín.